Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq í kvøld.
– Eg haldi, at tað er gott fyri USA, um tey ynskja framstíðar samstarv, at tey heldur fara til Pituffik Space Base, tí vit vita hóast alt hvat tað er og skilja virki hjá herstøðini. Og at tey velja ikki at koma til Nuuk undir samgongusamráðingum, og velja ikki at fara til Sisimiut til hundakappingina haldi eg, er ein lætti fyri rættiliga nógv, sigur Masaana Egede, sum er blaðstjóri á Sermitsiaq.
Hóast broytingarnar í ferðaskránni kann tykjast meinaleys og minni innræsnar, eiga vit at minnast til, at áhugin hja USA fyri Grønlandi ikki er vorðin minni:
– Hóast tað virkar positivt, so skulu vit vera greið yvir, at hetta enn eru sera týðulig boð til Danmark, Grønland og NATO, um at tey enn vilja hava Grønland, sigur Masaana Egede.