Tíðindaskriv:
Skráin fyri tríggjar spennandi dagar er full av framførslum, har luttakararnir fara at kappast í fýra ymiskum aldursbólkum. Teir ungu tónleikararnir fara at framføra síni vandu verk fyri bæði áhoyrarum og einum dómarabólki við fimm dugnaligum dómarum.
Ókeypis atgongd er til framførslurnar. Gevið tó gætur at bert ber til at koma inn í Hátún í ásettu pausunum. Sí nágreiniliga skrá her.
Skráin fyri Stella Polaris 2025:
Hósdagur 27. mars
Kl. 08.50 Vælkomin
Kl. 09.00 Bólkur 1, 0-11 ár
Kl. 14.00 Bólkur 2, 12-15 ár
Fríggjadagur 28. mars
Kl. 08:50 Vælkomin
Kl. 09.00 Bólkur 3, 16-19 ár
Kl. 18.30 Virðislønahandan, bólkur 1, 2 & 3
Leygardagur 29. mars
Kl. 11:00 Framførsla í Hoyvíkar Kirkju
Kl. 12.30 Bólkur 4, 20-24 ár
Kl. 18.00 Virðislønahandan, bólkur 4
Dómararnir í ár eru:
Anna Klett – høvuðsdómari
Jákup Lützen – umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking
Jósef Zachariasen – umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla
Monika Stauss Joensen – umboð fyri Føroya Symfoniorkestur
Andras Sólstein – umboð fyri áhoyrararnar