Marius er FM favorittur

Í dag verður FM í dúgvuskjóting avgjørt á breytini í Sandvíkum

Klokkan 13 í dag verður farið undir seinna dagin í FM í Skeet.

 

Eftir fyrra dagin er spenningurin um, hvør fer at vinna FM, sera stórur.

 

Í gjár varð skotið á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag. Líkindini vóru ikki av teimum bestu, tí tað var nógvur vindur.

 

Bestur í gjár var Marius F. Joensen, sum rakti 70 dúgvir. Honum á baki var Jóhann Fløtt við 69 dúgvum, og á triðja plássi stóribeiggi hansara Tórur Fløtt. Teir eru allir úr Sunda Byrsufelag.

 

Jógvan Egholm úr VBF liggur á fjórða plássi við 65 dúgvum.

 

Hjá unglingunum liggur Leivur Joensen úr SBF nr. 1 við 55 dúgvum.   

 

Skotið verður eftir 50 dúgvum + finalir.