Martin og liðfelagarnir taptu á útivølli

Aarhus Fremad er næstfremst í triðbestu donsku fótbóltsdeildini

Seinnapartin spældu Martin Agnarson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad dyst á útivølli móti Skive í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað endaði við 1-0 sigri til Skive, ið skoraði sigursmálið í 79. minutti. Martin spældi allan dystin.

 

Ígjár megnaði Fremad Amager uttan spælitíð til Andrass Johansen javnleik 1-1 móti Næstved á útivølli.

 

Fremad Amager er fremst í deildini við 39 stigum. Aarhus Fremad er næstfremst við 35 stigum. Næstved er nummar trý við 29 stigum.