Fylgisveinamynd avdúkar at Norðurkorea byggir fregatt

Fregattin verður umleið 140 metrar long, og soleiðis verður hetta størsta krígsskip, sum Norðurkorea nakrantíð hevur bygt

Fylgisveinamyndir hjá Maxar Technologies og Planet Labs vísa, at Norðurkorea er í holt við at byggja tað, sum kann vera landsins størsta og mest komna herskip nakrantíð.

 

Tað er tíðindastovan, CNN, sum endurprentar myndir hjá óheftu fylgisveinaveitarunum.

 

CNN veit at siga, at skipið, sum eftir øllum døma er undir bygging í Norðurkorea, helst er meira enn tvífalt so stórr, sum nakað annað skip í norðurkoreanska herskipaflotanum.

 

Fylgisveinamyndir eru tiknar hin 6. apríl í ár, bæði av Maxar Technologies og Planet Labs, og myndirnar vísa eitt skip, sum er í gerð á einari skipasmiðju í býnum, Nampo á vesturstrondini av Norðurkorea.

 

Fregattin verður umleið 140 metrar long, og soleiðis verður hetta størsta krígsskip, sum Norðurkorea nakrantíð hevur bygt sambært greining hjá Center for Strategic and International Studies (CSIS), sum CNN vísir til.

 

Greinarar siga, at sambært fylgisveinamyndunum verður í løtuni arbeitt við vápnaskipanum og øðrum útbúnaði á skipinum, sum helst verður ein fregatt við rakettum, sum kunnu leypa á mál, bæði á landi og sjónum.