Minni skrivstovuveldi - meira frælsi!

Tað skal vera lættari at liva og virka í Føroyum. Men við tí skrivstovuveldi og tórgreiddu mannagongdum, sum eru bygdar upp seinastu árini, er tað vorðið torførari at liva og virka hjá borgarunum í Føroyum.

 

 

 

Í 2015 staðfesti Dansk Sygeplejeråd, at sjúkrarøktarfrøðingar, samlað sæð, yvir eitt heilt ár, brúktu samanlagt yvir 12 milliónir tímar uppá bureaukrati aleina. Teirra meting var tá, at fýra milliónir tímar um árið vórðu nýttar til óneyðugt pappírarbeiði og bureaukrati. Fýra milliónir tímar samanlagt, um árið - hetta svarar til 2.000 fulltíðarstørv!

 


Hesir tímar høvdu verið nógv betri nýttir til umsorgan av sjúklingum, ið høvdu tørv á tí. Tað hevði eisini hjálpt til at gjørt dagin minni strongdan í sama heilsufrøðiliga viðgerðarbólki, samstundis, sum tað hevði givið starvsfólkinum betri tíð til sjúkrarøkt.

 

 

 

Sjálvandi skulu hesi tøl takast við fyrivarni, tí talan er um umstøður í Danmark. Áhugavert hevði verið at vitað, um støðan í Føroyum var eins ræðulig, sum í Danmark. Tað er í øllum førum nakrir tendensir, ið tala fyri, at hetta saktans kann koma fyri seg í Føroyum og ikki einans innan heilsuøkið.

 

 

 

Um eg nú skeikli mær fótin eftir ein intensan tíma í innandura fótbólti við vinmonnum, og koyri út á Klaksvíkar Sjúkrahús, so taka tey ímóti mær umgangandi. Eg fái okkurt pínustillandi, okkurt at stuðla uppundir fótliðirnar og møguliga eina høkju. Tekur mær 30 minuttir frá skaðin uppstendur, til eg eri heima aftur.

 

 

 

Men skal man skifta navnið á grundøkinum, ið júst er keypt, skal man líka sjonglera við tinglýsingina nakrar ferðir - nakað, ið annars er sára einfalt. Skal ein fáa sálarliga hjálp, er bíðitíðin manglan so long, at tann, ið hevur tørv á hjálp, kennir seg sum ein sjonglørbólt millum nøkur kontórborð. Skal eg hava praktiska hjálp, eina exit-ætlan úr banda- og narkolívi, skal eg líka gjøgnum eina so stóra labyrint av skrivstovuveldi, at líkindini at fáa strongd økjast meir enn møguleikin at fáa hjálp. Fólkini, ið eg havi havt samband við, vátta hesar niðurstøður fyri mær.

 

 

 

Felagsnevnarin tykist vera, at tað er sjón fyri søgn, at larmandi skrivstovuveldi ikki hevur nakað sum helst gott við sær, uttan strongd, angist og sosiala happing. Hesi eru menniskju, ið bara vilja hava, at almennar skipanir skulu rigga, uttan nakað hóvasták. Menniskju, ið vegna ein bureaukratiskan peruvelling í almennari fyrisiting, ikki fáa hjálp, men heldur gerast til sjonglørbóltar millum kontórborð. Menniskju, ið veruliga ætla at gera ein mun í samfelagnum, men missa mótið grundað bureaukratisku múrarnar, ið gera tilgongdina stirvna.

 

 

 

Eg haldi, at tíðin er búgvin at hyggja eftir, hví bíðitíðin eftir at fáa eina veiting og hjálp frá almennu Føroyum er so long. Hví skulu vit gera tingini torfør fyri vanliga borgaran? Hví skulu vit gera lívið tungt fyri tey? Tað er aldrin rætt! Vit kunnu saktans blíva betri til júst hetta.

 

 

 

Eg vil venda hvørjum steini fyri at gera tað lættari fyri teg at liva og virka í Føroyum!

 

 

 

Tað er mítt vallyftið, fái eg møguleikan at tæna Føroya fólki á okkara háttvirda Løgtingi.

 

 

 

Áron Vest

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið