Tað kom ikki óvæntað á, tá eg leygarmorgunin í kaffistovuni hjá ríðifelagnum, fekk deyðsboðini um Gudmund S. Hansen.
Gudmund hevur verið illa fyri seinastu tíðina og nú hevur hann so fingið frið. Mánadagin fór hann til sítt seinasta hvíldarstað tætt við Sandá.
Orsøkin til at eg nevni at arkitekturin er farin, er tann at Gudmund hevur havt sera stóran týdning fyri ríðifelagið á tí økinum. Hann hevur teknað øll fjósini, ríðihøllina, húsið, breytir o.a. sum er á økinum hjá felagnum í Havnardali. Nýggj fjós vera vónandi bygd komandi ár og tey vera eisini bygd við tekningum hjá Gudmundi. Tá felagshúsið var útbygt seinasta ár, var Gudmund longu so sjúkur, at vit ikki vildi troytta hann meira. Men dentur var lagdur á í nýggju tekningunum, at tær skuldi gerast í sama sniðið, sum Gudmund hevði teknað upprunaliga húsið.
Sjálvt um hann var lítillátin, so kemur hetta til allar tíðir at standa sum ein varði um Gudmund.
Men Gudmund var sjálvandi so nógv annað enn arkitektur, hann var sum Heri prestur segði í vøkru prædikuni, maður, pápi, verpápi, abbi og eisini langabbi. Eg kann so leggja afturat at eg haldi at hann var eisini lívsnjótari, men uppá sín heilt egna máta. Hann gekk ikki so nógv uppí slips og klædningar, men honum dámdi væl at njóta lívið, m.a. við ferðum og góðum fólki, m.a. var hann fyri nógvum árum síðani, langan ríðitúr í USA, hetta var saman við svogrinum Rólant Reinert, dóttrini Gunrid og øðrum reiðfólkum. Myndin av Gudmundi og Rólant er frá tí túrinum.
Gudmund var uppvaksin við rossum, pápin Hans var smiður og teir fingist við ross í teirri tíðini. Men tað var helst ikki fyrr enn hann møtti konuni Svanhild, at hann veruliga kom inn í rossaheimin. Svanhild er úr Norðadali og familjan hevði ross og Gudmund hevur øll árini síðani 80’ ini havt fjós í Havnardali, fyrst saman við svogrinum, men seinastu árini var beiggjin Mortan eisini við í fjósinum. Fjósið høvdu teir líka til fyri fáum árum síðani, tá teir allir valdu at selja bæði ross og fjós. Rossaáhugin er eisini farin víðari í slektini. Børnini Hans Albert og Gunrid hava riðið nógv og hava tey verið nógvar túrar saman.
Tað sum eg tó fari at minnast Gudmund best fyri, er at hann var eitt gott menniskja og ein góður vinur. Hann gav sær tíð at tosa við teg, lurtaði og spurdi hvussu ein hevði tað, familju o.a. Um man vitjaði hann á teknistovuni, so vóru tekningar altíð lagdar til viks og kaffi sett fram. Tú kendi eisini á tær, at hann spurdi tí hann veruliga hevði áhuga, hetta var ikki bara fyri at spyrja. Ein kendi seg væl, tá man var saman við Gudmundi.
Vil vegna Føroya Ríðingarfelag takka Gudmundi fyri alt og sýna samkenslu til tykkum ið vara av. Serliga Svanhild og børnini Hans Albert og Gunrid, men sjálvsagt eisini til øll hini í stóru familjuni.
Friður verið við minnið um Gudmund S. Hansen