Tað var við stórari sorg vit fingu boðini um at Søren var farin. Søren var giftur við Boga Dánjalson Davidsen, formaður í nevndini fyri Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Søren var eitt skilafólk, høviskur, fyrikomandi og sera blíður av lyndi
Søren arbeiddi á Københavns Universitet sum bústaðarsamskipari og fyrrverandi starvsfólk á redaktiónini hjá Danmarks Radio. Søren hevði nógvar vinir, var gestablíður og góður at røkja vinalagið. Søren fekk Parkinson sjúku og var merktur av sjúkuni í nógv ár. Tá hann fekk í boði at fáa eina skurðviðgerð, sum gav vón um fleiri góð ár við betri lívsgóðsku var hann spentur og glaður. Eftirfylgjandi komplikatiónir vendu gleði til stóra sorg.
Gjøgnum 38 ár vóru Søren og Bogi felags um uppgávurnar og stuðlaðu hvørjum øðrum. Teir kendu sterku og veiku síðurnar hjá hvørjum øðrum. Teir raðfestu frítíðina og tað var serliga Sørin, sum skipaði fyri við teirra felags áhugamálum, at ferðast, list, bókmentir, mat, gestir og yrkisligt tjak, sum altíð var áhugavert at luttaka í. Søren var hollur stuðul hjá Boga í dagliga arbeiðnum og í teirra felags stórmálið - rættindi hjá samkyndum bæði í Føroyum og í Danmark.
Søren var eitt fagligt og professionelt menniskja og hevði hetta við sær í øllum sínum arbeiði. Hann hevði eisini áhuga fyri sosialum viðurskiftum og fylgdi væl við í okkara arbeiði í ráðgevingini ígjøgnum Boga. Altíð klárur við góðum íblástri og einari hjálpandi hond.
Søren var lítillátin og loysti stórar sum smáar uppgávur á stillføran hátt.
Søren var skemtingarsamur við einum skálkabrosi, hjartaligur, menniskjaligur og hevði stóra umsorgan fyri øðrum. Hann tosaði við gleði og eldhuga um Føroyar, sum hann ofta hevði vitjað og um vinir og familjuna hjá Boga, sum stóð honum nær.
Okkara tankar leita til tín góði Bogi, sum hevur mist tín maka og lívsvitni gjøgnum 38 ár.
Søren er saknaður. Ærað veri minnið um Søren.
Randi og Marianna