Minningarorð um Súsonnu Danielsen

Týsdagin, 8. februar, andaðist Súsanna Danielsen, fyrrverandi løgtingsstjóri, 69 ára gomul.

 

Súsanna Danielsen var fødd á Velbastað 16. mai 1952. Hon var dóttir Helenu Mariu (Helle) f. Jakobsen úr Havn og Dánjal Paula Danielsen av Velbastað.

 

Súsanna vaks upp í einum mentaðum umhvørvi á bóndagarðinum í Búðini úti á Heyggi á Velbastað og var borin til garðin. Mamman var systir tann navnframa Jørgen Frants Jakobsen, og pápin, Dánjal Pauli var, umframt at vera bóndi, aktivur á so mongum økjum. Vit minnast hann sum landsstýrismann 1975-1981 og frá arbeiðinum fyri Norðurlandahúsinum og eisini sum formann bæði í Jarðarráðnum og í SEV í mong ár.

 

Eftir barnaskúlan á Velbastað fór Súsanna 14 ára gomul í Hoydalar, har hon fyrst gekk trý ár í realskúla og síðan trý ár á studentaskúla.

 

Síðani fór hon til Danmarkar at lesa jura á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og eftir loknan lestur flutti hon heim aftur til Føroya á sumri í 1980.

 

Súsanna fekk beinanvegin starv í Landsstýrinum og var fulltrúi har 1980-81 og 1985-87. Frá 1981 til 1985 starvaðist hon sum fulltrúi á Landsskúlafyrisitingini. Í 1987 varð Súsanna sett sum deildarleiðari á lønardeildini í Landsstýrinum og røkti hetta starv, til hon tók við sum skrivstovustjóri í Løgtinginum 1. okt. 1996.

 

Súsanna Danielsen røkti starvið sum stjóri Løgtingsins til 31. okt. 2014, t.v.s. í heili 18 ár.

 

Tað var ein sera lítil umsiting, ið Løgtingið hevði, tá ið Súsanna bleiv stjóri, og hølisviðurskiftini á Gamla Apoteki vóru vánalig. Og tað var undir hennara leiðslu, at løgtingsumsitingin fyrst leigaði seg inn á gomlu Dimmalætting, og Løgtingið síðani fór undir ta stóru umbyggingina um aldarskiftið, tá ið samanbygt varð ímillum løgtingshúsini og telefonverksbygningin, sum Løgtingið yvirtók og umbygdi til umsiting, nevndar- og flokshøli og kantinu.

 

At vera stjóri í Løgtinginum er eitt sera ábyrgdarfylt og týðandi starv. Stjórin er ráðgevi løgtingsformansins í øllum løgfrøðiligum og øðrum spurningum, er dagligur leiðari í umsiting Løgtingsins og hevur ábyrgdina av, at øll tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt – umframt so mangt annað.

 

Súsanna Danielsen røkti sína uppgávu samvitskufult og væl. Vit kunnu siga, at hon bygdi løgtingsskrivstovuna upp næstan frá botni av til eina væl virkandi eind, sum virðing hevur staðið rundanum.

 

At vera stjóri í einum parlamenti er ein heilt serlig uppgáva, og Løgtingið er einki undantak. Tað krevur sanniliga sítt at skula taka sær av 33 ”sjálvsøknum” tingmonnum og ganga teimum til handa. Men tað megnaði Súsanna sera væl. Hon var sterk og pakkaði einki inn, segði tingini beint fram, og hon var fakliga ruddilig, rættvís og loyal.

 

Sum løgtingsformaður má eg siga, at Súsanna var sera góð at samstarva við. Eg havi nógv at takka henni fyri, og eg hugsi mangan um, hvussu væl hon dugdi at skera ígjøgnum í pressaðum støðum.

 

Tey átjan árini, hon var stjóri í Løgtinginum arbeiddi hon saman við 5 løgtingsformonnum, Jógvan Ingvard Olsen, Finnboga Ísakson, sála, Edmund Joensen, Hergeir Nielsen og undirritaða.

 

Súsanna er nú farin – eftir okkara meti alt ov tíðliga. Vit drýpa høvur og syrgja saman við dóttrini, Amaliu, og øllum hennara kæru – Harrin troysti tykkum øll.

 

Friður veri við minninum um Súsonnu Danielsen, fyrrverandi stjóra Løgtingsins.