Misjavnur fiskiskapur eftir upsa

Tað eru ár síðan, at teir, sum reka partrolararnar, lótu væl at upsafiskiskapinum. Onkur rend hava verið, men sum heild roynist upsaveiðan ikki væl.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og skipini fáa eisini nakað av øðrum fiski.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa er misjavnur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Tvey partrolarapør og ein stakur trolari eru eisini á gulllaksaveiði, nú vertíðin er.

 

Lagt verður aftrat, at tveir ísfiskatrolarar og ein frystitrolari fiska svartkalva í bretskum sjógvi.

 

- Annar av ísfiskatrolarunum kemur inn at landa hesa vikuna. Hin kemur í næstu viku.

 

Um trolbátarnar verður sagt, at fýra eru á landleiðini, og ein er norðanfyri.

 

- Trolbátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu, havtasku, tungu og reyðsprøku, og allir koma inn at landa í vikuni.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Tvey fiska havtasku og hava eisini brúkiligan fiskiskap.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.