Móttøka hjá Barnabata

Leygardagin var móttøka í sambandi við, at Hedvig Johansdóttir tók við starvinum sum nýggjur aðalskrivari í Barnabata

Móttøkan var í nýggju hølunum á Hoyvíksvegi 61. 

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, ynskir nýggja aðalskrivaranum í Barnabata, Hedvig Johansdóttir, hjartaliga til lukku og góða eydnu í starvinum. Tað eru nógv felags mál, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Barnabati samstarva um, børnum og ungum í Føroyum at frama. Tað hevur stóran týdning, at vit hava felagsskapir og eldsálir, sum virka fyri at geva øllum børnum og ungum góð kor og tala teirra søk. Hetta skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið. 

 

Barnabati er virkin luttakari í Barnaverkætlanini, sum politisku myndugleikarnir í felag hava sett í verk, fyri at røkka visiónini um, at Føroyar skal verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í. Tað krevur gott samstarv millum allar partar at røkka hesum máli.