Børnini í Korndalsgarði og Spíranum á Eiði arbeiða í hesum døgum við evnunum - náttúra og unhvørvi - og undirevnið er dálking.
- Í nakrar dagar hava stovurnar spælt ruskbingo, har børnini hava gingið túrar og funnið ymiskt rusk í náttúruni.
Á Korndalsgarði vita tey at siga, at felagssamling hevur verið í dag, har stovurnar løgdu fram sínar bingoplátur, og her fingu børnini eisini undirvísing um dálking.
- Evnisdagarnir halda fram til síðst í mai, og hvør stova arbeiðir við at framleiða eina vøru, sum tey fara at vísa fram á ommu- og abbadegnum síðst í mai.
Orðini í hesum greinastubba eigur Korndalsgarður, sum eisini hevur latið myndirnar til heimasíðuna hjá Eiðs kommunu - www.eidi.fo
##med2##
##med3##