Netanyahu er klárur at samráðast um at enda kríggið

Verður Hamas avvápnað og neutraliserað, og Gaza verður avvápnað, fer Ísrael at samráðast um varandi vápnahvíld.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (miðskeiðis), var mikudagin í Washington D.C., har hann hitti amerikanskar senatorar eftir fundir við Donald Trump, forseta, dagarnar frammanundan. - Mynd: Evelyn Hockstein

Ísrael er sinnað at samráðast um varandi vápnahvíld í Gazageiranum - men bert um hernaðarliga Hamas-rørslan avvápnar og palestinska økið verður avvápnað.

Tað segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hósdagin í einum drúgvum videoboðum úr amerikanska høvuðsstaðnum, Washington D.C., har hann vitjar.

– Vit royna í løtuni at fáa helvtina av gíslunum leyslatnar - bæði livandi og deyðar - í staðin fyri eina fyribils vápnahvíld í 60 dagar, segði hann, sambært Times of Israel.

Tá ein 60 daga vápnahvíld er byrjað, fer Netanyahu at samráðast um varandi vápnahvíld, sigur hann.

– Tað skal gerast eftir minstu krøvunum, sum vit hava sett fram: Hamas skal leggja vápnini niður, Gaza skal avmilitariserast, og Hamas hevur ongan stjórnarligan ella hernaðarligan kapasitet longur, segði Netanyahu.

– Um tað kann røkkast við samráðingum, so er tað gott. Um tað ikki verður gjørt við samráðingum innan 60 dagar, so fáa vit tað á annan hátt: við at brúka vald, sigur hann við Times of Israel.

Sunnudagin byrjaðu umboð fyri teir báðar stríðandi flokkarnar óbeinleiðis samráðingar um vápnahvíld.

Samráðingarnar fara fram í katarska høvuðsstaðnum, Doha, har Katar virkar sum miðlari.

Sambært Netanyahu hevur amerikanski serligi sendiharrin í Miðeystri, Steve Witkoff, lagt upp til 60 daga vápnahvíld í staðin fyri, at helvtin av teimum 20 gíslunum, sum framvegis verður hildið at vera á lívi, verða leyslatnir úr Gaza.

 

##med2##

Hamas boðaði mikudagin frá, at bólkurin er sinnaður at lata 10 livandi gíslar leysar.

Men fyrr hósdagin vísti Hamas á mótstøðu móti eini avtalu, sum skuldi hava við sær eina stóra ísraelska hernaðarliga nærveru í Gaza.

Eitt leiðandi umboð fyri bólkin sigur við tíðindastovuna AFP, at Hamas ikki fer at góðtaka "viðlíkahald av hersetingini av okkara landi" ella at palestinar verða riknir í "einstakar enklavur".

Hamas krevur eisini, at ókeypis atgongd verður givin til hjálp til bumbaða Gazageiran fyri at minka um menniskjakreppuna.

Bólkurin hevur eisini biðið um "veruligar trygdir" frá Ísrael fyri varandi friði.

 

/Ritzau/

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (miðskeiðis), var mikudagin í Washington D.C., har hann hitti amerikanskar senatorar eftir fundir við Donald Trump, forseta, dagarnar frammanundan. - Mynd: Evelyn Hockstein

Meðan Netanyahu vitjar í USA, halda mótmælisgongur fram í býum eitt nú í Tel Aviv, har fólk hósdagin aftur fóru út á gøturnar at krevja, at stjórnin hjá Netanyahu ger meira fyri at fáa ísraelsku gíslarnar leyslatnar úr varðhaldinum hjá Hamas. - Mynd: Shir Torem/Reuters