Netanyahu vrakar ósamdan ráðharra

Frákoyrdur verjumálaráðharri hevur ávarað um, at nýskipanin hjá Netanyahu við dómstólunum kann tveita Ísrael út í eina samleikakreppu

Fleiri hundraðtúsund mótmælisfólk hava verið í gøtunum í Tel Aviv og øðrum býum í Ísrael í gjárkvøldið fyri at steðga ætlaðu nýskipanunum hjá Benjamin Netanyahu viðvíkjandi hægstarætti. – Foto: Ariel Schalit/Ritzau Scanpix

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahy, hevur koyrt verjumálaráðharran, Yoav Gallant, frá, skrivar blaðið Haaretz í kvøld.

Gallant kravdi, at umstrídd dómstólanýskipan varð steðgað.

Fleiri hundraðtúsund ísraelar hava síðani januar mótmælt í landsins býum við kravi um, at Netanyahy sleppur umstríddu lógini.

Sambært mótmælisfólkunum fer hon at broyta Ísrael til eitt einaræði.

Hon fer at skerja heimildir hjá hægstarætti og gera tað gjørligt við einum simplum meiriluta í tjóðartinginum at ógilda avgerðir.

Gallant var fyrr í vikuni á fundi við Netanyahy, har hann royndi at sannføra hann til at sleppa nýskipanini við dómstólunum.

Í gjár valdi Gallant alment at finnast at nýskipanarætlanunum.

Hann hevur ávarað um, at lógin kann tveita Ísrael út í eina samleikakreppu.

Tjóðartingið skal um fáar dagar atkvøða um avgerandi partar av lógaruppskotinum.

Gallant er í sama flokki sum Netanyahu: Likud. Hann er fyrsti høgi limur í flokkinum, sum alment fer ímóti ætlanunum hjá Netanyahu um at skerja landsins hægstarætt, tí dómstólurin, verður sagt, kemur við avgerðum, sum eru vinstrasinnaðar.

–Tær hendingar, sum er í ísraelska samfelagnum, vara ikki uttan um herin. Kenslur av øði, vónbroti og ótta eru so stórar sum ongantíð, segði Gallant í gjár.

Hann tosaði um hermenn, sum ikki møta til tænastu sum mótmæli ímóti nýskipanarætlanunum hjá stjórnini. Tað er tekin um, at eisini trygdin hjá Ísrael viknar, helt hann.

– Nú mugu vit steðga tilgongdini og seta okkum niður at tosa saman helt hann fram.

– Nú sigi eg tað við míni egnu rødd: Vit mugu steðga lóggevandi tilgongdini.

Mótmælini ímóti stjórnini mugu eisini steðga, legði hann dent á.

Netanyahu hevur sjálvur sítt at stríðast við dómstólarnar. Hann er skuldsettur fyri mutur. Men rættarmálið ímóti honum er fleiri ferðir útsett.

Hann stýrir sambært eygleiðarunum teirri mest høgravíðgongdu stjórnini í søgu Ísraels.

/ritzau/

 

Fleiri hundraðtúsund mótmælisfólk hava verið í gøtunum í Tel Aviv og øðrum býum í Ísrael í gjárkvøldið fyri at steðga ætlaðu nýskipanunum hjá Benjamin Netanyahu viðvíkjandi hægstarætti. – Foto: Ariel Schalit/Ritzau Scanpix