Norcon loysir stórar og smáar uppgávur

- Vit stoypa sethúsagrundir, garðar og annað fyri privatfólk og grundir til íbúðar-og raðhúsabygging. Vit geva eisini tilboð upp á sethús, um tað skal vera, sigur Brandur Suðuroy, byggifrøðingur í fyritøkuni

 

Fyritøkan Norcon, sum hevur heimstað í Vági, arbeiðir kring alt landið, og umframt at arbeiða við stórum verkætlanum - sum heildarveitari, samstarvspartur ella undirveitari - ger fyritøkan eisini nógvar smærri arbeiðsuppgávur fyri privatfólk.

Í fyritøkuni eru umleið 40 mans tilsamans, tá umsiting eisini er íroknað, og samskipari hjá Norcon er Brandur Suðuroy, sum er útbúgvin byggifrøðingur. 

- Hóast vit eru partur av størri verkætlanum, leggja vit altíð dent á at røkja okkara privatkundaskara – tey, sum vilja hava onkra einstaka stoypi-ella timburuppávu loysta.

Hann sigur, at privatfólk altíð eru vælkomin at venda sær til fyritøkuna, um okkurt er, sum tey vilja hava gjørt.

- Vit loysa uppgávur - antin tað er stoypi-ella timburarbeiði - um alt landið, og vit geva fegin tilboð upp á arbeiðir, sum privatfólk vilja hava framd, sigur Brandur Suðuroy.

 

Bæði stórt og smátt 

Norcon er eisini partur av fleiri stórum verkætlanum.

- Seinnu árini hava vit gjørt stoypiarbeiði í stóru tunnilsverkætlanini við Eysturoyar-og Sandoyartunlunum, sum varð liðug við ársenda í fjør.

Byggifrøðingurin vísir á, at nú Articon hevur stóra verkætlan við stórhøll, innkomuvegi og tunli í høvuðsstaðnum, hevur Norcon gjørt nógv stoypiarbeiði í stórhøllini.

- Okkara lutur í slíkum verkætlanum er stoypiarbeiði, sigur Brandur Suðuroy.

Tað er eisini Norcon, sum ger portalarnar til nýggja Fámjinstunnilin, og her samstarvar felagið við J&K Petersen.

 

##med2##

 

Eisini sethúsagrundir

Nógv er bygt í Føroyum seinnu árini, og her er Norcon eisini við.

- Hóast vit í fyritøkuni ikki gera jørð-og lendisarbeiði, kunnu vit saktans bjóða upp á verkætlanir, har slík arbeiði eru við, tí vit hava góðar samstarvspartar til hesar uppgávur. Okkara sterka síða er betong og timbur, og tí kunnu vit loysa allar slíkar uppgávur, og vit kunnu vera heildarveitari í allari bygging.

Brandur Suðuroy sigur, at Norcon eisini stoypir sethúsagrundir, garðar og annað fyri privatfólk og grundir til íbúðar-og raðhúsabygging, um tað skal vera.

- Vit geva tilboð upp á sethús, tí vit eru ein rímiliga stórur veitari innan betong og timbur, og skuldi tað verið, kundu vit saktans havt fleiri sethús í gongd í senn, sigur hann. 

Samskiparin vísir á, at millum tær størru byggiverkætlaninar hjá Norcon sunnanfjørðs seinnu árini, er næmingaheimið til Ítróttarháskúlan og íbúðarbyggingin hjá Bústøðum í Vági.

- Vit vóru soleiðis heildarveitarar til bæði næmingaheimið og íbúðirnar hjá Bústøðum, sigur Brandur Suðuroy.

Bæði innan jørð-og lendisarbeiði eins og el-og hita hevur Norcon góðar samstarvspartar, og tí er fyritøkan eisini heildarveitari í nógvum uppgávum.

- Vit eru at hitta á tlf. 222174 ella á 289520 – og á telduposti norcon@norcon.fo, leggur byggifrøðingurin aftrat.