NSÍ vann fimta sigurin á rað

1. DEILD: Eingin skoraði fleiri enn eitt mál í sannførandi 6-1 sigrinum við Margáir

Mynd: NSÍ

Síðani eyðmýkingina, sum tað var, tá ið NSÍ 4. mai tapti 5-0 á útivølli ímóti HB, hevur tað gingið sum eftir ánni hjá NSÍ. Í kvøld tóku teir gulu og svørtu nýtt stórt stig ímóti uppflytingini, tá ið teir á útivølli vunnu trivaligan 6-1 sigur ímóti EB/Streymi. Hetta var fimti NSÍ sigurin á rað. Málmunurin í hesum fimm sigrunum er 15-3.

 

Heimavøllurin hjá EB/Streymi í 1. deild er við Margáir, og hálvleiksstøðan var 3-0 til NSÍ.

 

Tey trý málini í fyrra hálvleiki vórðu skorað innanfyri sjey minuttir. Miðverjin Oddur Á. Højgaard setti hol á eftir horna, tríggjar minuttir seinni var tað Búi Egilsson, sum var málskjútti, og 11 minuttir undan steðginum var heimaliðið óheppið at gera sjálvmál, og so var hálvleiksleiðslan 3-0 til NSÍ.

 

Tá ið ein tími var farin, minkaði EB/Streymur um munin til 3-1. Málskjútti var David Vang, sum var málskjútti fyri triðju ferð í ár.

 

Síðstu 25 minuttirnar skoraði NSÍ trý mál aftrat. Málskjúttar vóru Atli D. Petersen, Jógvan Højgaard og Yehor Korytskyi, sum var skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Við sigrinum í kvøld hevur NSÍ lyft seg upp á 31 stig. Tað er sama stigatalið, sum toppliðið Skála hevur. Skálamenn fara í annaðkvøld at spæla í Klaksvík.

 

 

 

Mynd: NSÍ