Næstbesta liðið hjá NSÍ vann í kvøld 3-2 á útivølli ímóti 07 Vestur. Hálvleiksstøðan var 1-1.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ er á sætta plássi við sjey stigum, og at 07 Vestur er aftast og framvegis einki stig hevur vunnið.
Jógvan Højgaard legði longu í fyrsta minutti NSÍ á odda. Hetta var fyrsta málið hjá Jógvani Højgaard í ár. 10 minuttir seinni svaraði 07 Vestur aftur. Málskjútti var Hjalmar Gudmundsen, sum skoraði annað umfarið á rað.
12 minuttir eftir steðgin var NSÍ aftur á odda. Málskjútti til 2-1 var Meinhard Janusarson, sum fyri fyrstu ferð var málskjútti, síðani hann í vetur flutti aftur til barndómsfelagið, eftir at hann seinna partin av síðsta kappingarári var á Skála.
NSÍ leiðslan helt bara í tveir minuttir. Eftir hornaspark var tað Eiler Fróðason, sum javnaði til 2-2. Hetta var fyrsta málið hjá Eileri í næstbestu deildini í ár.
Seks minuttir undan leikloki var tað Sølvi Sigvardsen, sum skoraði 3-2 NSÍ sigursmálið. Uppleggið átti Daniel Kweku Adei, sum 20 minuttir frammanundan var skiftur inn. Hetta var fyrsta málið hjá Sølva Sigvardsen í ár.
Flaggdagin fer NSÍ at spæla í Fuglafirði, og flaggdagin fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.