Vit mugu ikki leggjast undir russiska ætlađa ríkistjaldiđ, sum sníkir seg yvir móti okkum.
Ávaringarlúđrarnir runga í Ukraina, veturin er ávegis og kuldin ger bart. Um tađ ikki eru bumbur, sum hótta fjøldina í Ukraina, so er tađ veturin og kuldin. Hitaskipanir rigga ikki, streymslit er og bumbumálini í Ukraina avdúka, at hetta er liđur í krígsstrategisku innrásini, har Vladimir Putin er fyristøđumađur.
Allir flokkar í Føroyum – uttan Sjálvstýri – vilja geva russum “freedom of the seas” á okkara leiðum. Vit – eitt av heimsins ríkastu samfeløgum – megna ikki at standa sameind viđ vesturheiminum á trygdarpolitiska pallinum.
Vit hava áđur fegnast um, at vit hava latiđ stuđulspening til afrikonsk lond umvegis Reyđa Kross, sent skógvaeskjur til Rumenia, og enntá hava vit veitt krígsrakta Ukraina fíggjarligan stuđul. Eisini hava fleiri ukrainar fingiđ friðskjól í Føroyum.
Skulu vit nú fóđra russisku krígsmaskinuni og venda Ukraina og vesturheiminum bakiđ? Hvar er hin miskunnsami samáriubúgvin í føroyingum? Onkur vil verða við, at vit bert samráðast um fisk, men tað gjørdu vit eisini við onglendingar, tá 2. veraldarbardaði brast á – hetta vita vit munaði hjá onglendingum, og sostatt hjá russum.
Vesturheimurin, sum vit eru partur av, umhugsar nú at tríva í revsitiltøk mótvegis Føroym í krígstíđ í Evropa. Vit, føroyingar, hava sameint okkum viđ krígsharra, sum bumbar sakleys úr húsi og heimi. Ja, tann parturin av heiminum, sum vardi okkum, tá 2. veraldarbardagiđ viðurfórst, er nú vorđin ein hálvur mótpartur, og vit hava sameint okkum viđ russiskan krígsharra fyri fiskikvotur í Barentshavinum – sí mongdina av fiskikvotum niđast.
Vit mugu tryggja vinnulíviđ, og vit mugu tryggja landsins trygd
Fiskikvoturnar, sum russar fingu undir Føroyum, mugu vit fiska sjálvi. Endurgjald sjómansins og teirra, sum hava lagt íløgur í russiska fiskiveiđu, mugu vit fáa til viđgerđar.
Bert er bróđurleyst bak
Við at steingja føroyska havøki fyri russum, gera vit hitt einasta, sum vit í roynd og veru eru før fyri Ukraina til hjálpar. Vesturheimurin hevur eitt hermót, og vit mugu ongantíđ ivast í, at vit eru partur av vesturheiminum.
Hetta er eisini eitt fíggjarligt kríggj, tí russiski herurin og vápnaídnađurin er dýrur at reka, og vit mugu ikki gøđa russisku krígsmaskinuna, sum umsetur føroyskan svartkjaft og makrel til bumbur og lóđur.
Tit, sum ynskja, at okkara prúđa og heiđurliga Merkiframhaldandi skal verða virt í ST – og aðrastaðni við: Nú stendur møguleikin fyri durđum at leggja frá okkum stás-prátiđ og taka til veruliga handling, ið munar!
Lati okkum vísa Ukraina og vesturheiminum, at vit ikki bert duga til tos
Fiskikvotur: Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í ár 2023 verða hesar: Toskur 12.285 tons, hýsa 1.276 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.
Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í ár 2023 verða hesar: Svartkjaftur 72.000 tons, makrelur 13.000 tons og sild 8.500, íroknað hjáveiðu.
Vit kjósa vesturheimin og Ukraina!
Set X við Suna á Dalbø til løgtingsvalið
Sí meira kunning um Sjálvstýrisflokkin umvegis heimasíðu floksins niðanfyri:
https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/11/26/vesturheimurin-ella-rusland/