Talið av elbilum er nú komið upp á tilsamans 2250. Av teimum eru persónbilarnir 2083 í tali.
Á nýggjárunum vóru skrásettir 1642 elpersónbilar, sum svaraði til 5,9 prosent. Tað vil siga, at síðani á nýggjárinum eru skrásettir 441 nýggir elpersónbilar, sum svarar ein vøkstur upp á 1,5 prosent.
Taka vit øll skrásett akfør í Føroyum, so eru elbilarnir 2.250 av 42.350 akførum, sum í prosentum er 5,1 prosent.
Nevnast kann, at akfør uttan motor eru 4857 í tali.
Akfør við bensinmotori eru 20.461 í tali.
Akfør við dieselmotori eru 14.187 í tali.
Tilsamans eru skrásett 42350 akfør í Føroyum, sum svarar til, at vit eru 1,29 fólk fyri hvørt akfar, sum er skrásett í Føroyum.