Nú sleppa báðar at vera mammur

Tað kostaði eini kvinnu løgtingssessin, tveimum fólkum landsstýrissessin og eitt løgtingsval. Men nú sleppa tær at vera mammur

Tað er málið um sammøður, sum fekk undanfarna landsstýri at hokna. Tað var beint undan jólum í 2021, at samgongan fór at ridla, tí at samgongutingfólk ætlaðu at taka undir við andstøðuuppskoti um at loyva sammøðrum at fáa foreldrarætt. Tað førdi til órógv í Fólkaflokkinum, sum kroystu eina varatingkvinnu úr tinginum við at tvey landsstýrisfólk løgdu frá sær. 

Málið varð kortini samtykt, men landsstýrismaðurin vildi ikki fremja tingsins vilja. Síðani varð hann frákoyrdur og málið flutt til annan landsstýrismann, sum heldur ikki vildi loysa málið – tí at løgtingsval var útskrivað.

Fyrsta dagin hjá nýggja landsstýrinum avgreiddi Bjarni Kárason Petersen máli, og fyrstu fyrstu ferð hendi so tað í gjár, at ein sammóður fekk foreldrarættan uttan stríð og strev.

LGBT felagsskappurin skrivar soleiðis í gjár:

»Tað sum Løgtingið ikki vildi undan seinasta løgtingsvali

Stórur dagur í dag og tó so vanligur.

Í dag fekk fyrsti føroyski nýføðingurin rættin til báðar sínar mammur uttan strev og stríð. Í dag var fyrstu ferð, at allir nýføðingar vóru líka fyri lógini. 

Tað var sonur Anniku og Karin Vang, sum kundi fegnast um at hava bæði síni foreldur frá byrjan, og at bæði kunnu fara í barsil.

Tað er ein gleðisdagur fyri allar nýføðingar í Føroyum, tí allir vera tryggjaðir frá byrjan. Og somuleiðis fyri allar mammur og sammøður, sum kunnu kenna seg tryggar at byrja eina familju saman á jøvnum føti við onnur foreldur. 

Alt byrjaði við, at júst Annika og Karin gjørdu vart við mismunin, sum bleiv gjørdur á samkyndum og hinskyndum foreldrum, og eftir tógvið stríð og eitt óneyðuga ógvusligt drama, bleiv lógin, sum javnsetti øll foreldur í Føroyum, endiliga sett í verk. 

Ongin misti, men nógv fingu, og tað er at fegnast um. 

Gott vikuskiftið allir føroyingar :-)

Triðja barnið hjá Anniku og Karini Vang er fyrsti nýføðingurin í Føroyum, sum løgfrøðiliga hevur tvær mammur.«