Nú umboðar Berg Motors eisini Peugeot, Citroën, Opel og Fiat

Í dag tvífaldar bilasølan Berg Motors í Havn úrvalið av bilmerjum, tí fyritøkan hevur í dag fingið umboðini fyri Peugeot, Citroën, Opel, Fiat og Fiat Professional í Føroyum

 

Frammanundan umboðar Berg Motors merkini Suzuki, Subaru, JAC, BYD vørubilar, Aiways og Scania. 

Sostatt eru nú 10 bilmerki savnað á einum og sama stað hjá Berg Motors, sum heldur til við Staravegin á Hálsi í Havn.

– Eftirspurningurin eftir elbilum er vaksin nógv, og tí eru vit sera fegin um at umboða framskygdar og sterkar bilframleiðarar, ið eisini bjóða bilar, ið verða riknir við varandi orku. Samstundis sum vit víðka munandi um úrvalið av persónbilum, kunnu vit eisini bjóða eitt sera breitt úrval av vørubilum, segði felagið í tíðindaskrivi herfyri.

– Vit fegnast tískil um at kunna bjóða landsins helst breiðasta úrval av bilmerkjum og modellum. Frá tí allar minsta elektriska býarbilinum til tann størsta lastbilin, skrivaði felagið.