Nú vann NSÍ á grannunum

1. DEILD: Fyri triðju ferð á rað fór NSÍ av vøllinum við fullari úrtøku, tá ið tað endaði við trivaligum sigri ímóti grannunum

Mynd: NSÍ

Besta liðið hjá NSÍ er í næstbestu deildini, og næstbesta liðið hjá B68 er í næstbestu deildini.  Í kvøld var grannauppgerð á Svangaskarði, og NSÍ vann 3-0. Sigurin ber við sær, at NSÍ hevur 25 stig og er tvey stig aftanfyri Skála, ið hevur spælt 10 dystir, meðan NSÍ hevur spælt 11 dystir. Tað kemst av, at dysturin, sum skuldi vera á Skála í dag, varð útsettur, tí tað var so nógvur vindur.

 

Sigurin ímóti B68 í kvøld kendist søtur, tí tað var ikki sørt eyðmýkjandi, tá ið tað á heimavølli í fyrsta umfari endaði við málleysum javnleiki ímóti næstbesta B68 liðnum.

 

Tíðin, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, var sera avgerandi. Fyrst bríkslaði dómarin fyri brotssparki til B68, sum Karstin Clementsen misnýtti, og so skoraði Yehor Korytskyi til 1-0. Uppleggið átti Betuel Hansen. Hetta var fyrsta málið í næstbestu deildini í ár hjá 22 ára gamla ukrainska spælaranum. Í fjør skoraði hann tvey mál í 1. deild.

 

Beinir Nolsøe átti uppleggið, tá ið Steffan A. Løkin 12 minuttir undan steðginum økti um munin til 2-0, og innskifti Teitur Knudsen átti uppleggið, tá ið Pætur Hentze í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti 30 NSÍ sigurin.

 

Leygardagin fer NSÍ at spæla á heimavølli ímóti Víkingi, og tá fær B68 vitjan av FC Hoyvík. B68 er á 9. plássi við 7 stigum, og FC Hoyvík er á 8. plássi við 10 stigum.

 

Mynd: NSÍ