Tað vísir løgtingsmaðurin á í eini viðmerking á Facebook í kvøld. Tann, sum fylgir við í politikki veit, at tað var eitt skot undir beltið, tá Kristin Michelsen skeyt løgtingsmanninum ivasom motiv í skógvarnar. Eitt løgtingsfólk skuldi seta uppskotið fram, at fáa málið aftur í nevnd. At tað var Sólvit Nolsø er allarhelst bara rein tilvild. Tí her var talan um eina avtalu í samgonguni, tað vita øll sum leggja í at vita tað.
– Eg skilji væl vónsvikið. Tað gera helst øll. At kenna seg verða komnan so nær og so gleppur at enda av, heldur enn at koma innum, sigur Sólvit Nolsø.
– Tó er tað ikki rætt, at málið fór aftur í nevnd av einum uppskoti hjá mær. Eg skeyt tað upp, ja, men einki fór fram, sum semja ikki var gjørd um frammanundan. Samgongan - løgting og landsstýri - samdist á fundi fyrr á degnum um júst tað, sum fór fram. Einstøk undantøk vórðu, skal sigast. Harafturat vórðu eisini fleiri í andstøðuni, sum søgdu seg fara at taka undir við at koyra málið aftur í nevnd. Tað var ikki elegant ella álitisvekjandi, og sá fløkjaligt og óruddiligt út. Men tað var mett neyðugt júst tá, vísir løgtingsmaðurin hjá Framsókn á.
Hann sigur víðari, at fleiri vórðu øgiliga ivasom og ikki sannførd um, hvat var rætt at gera. Ivasemið kom í fyri langari tíð síðan, men hevði ikki lagt seg hjá øllum.
– Nýggja uppskotið um farleið var uttan iva ein orsøk til tað. Sama við spurninginum um leiðina á Sandoynni úr Djúpadali og inn í Traðardal.
– Samantvinnanin av eftirlønaraldrinum og tunlinum hevur helst órógvað fleiri eisini. Málið fór upp í ein spíss, tíverri, og ógrundaðar ákærur um duldar dagsskráir, valdsmisnýtslu, lygnir og mutur bøttu ikki um støðuna, sigur Sólvit Nolsø.
– Vit eru helst byrjaði í skeivum enda, og kjakið, sum er í politisku skipanini nú, skuldi verði byrjanin. So kundu øll sett allar spurningar tíðliga í mannagongdini, og ikki sum nú, har spurningar verða settir um ymiskt, har avgerðin tilsýnilátandi longu er tikin, sigur hann.
– At siga, at mann vil verkætlanini væl, tá tað helst ikki endurspeglast í gerðunum í gjár, uppfatast helst sum skvaldur hjá fleiri. Men tað er ikki rætt, tá tað verður sagt, at endamálið er at forða málinum.
– Eg kann so bara svara fyri meg, men sannlíkt siga øll tað sama. Tí málið hevur týdning. Fyri suðuroyingar og øll, ið ynskja einar samanbundnar Føroyar, sigur Sólvit Nolsøe, løgtingsmaður fyri Framsókn.