Nú verður upp aftur dýrari hjá fleiri sum eiga bústað

Rentan hækkar- enn einaferð

Hesa seinastu tíðina er rentan kring heimin hækka fleiri ferðir. Endamálið er at tálma eftirspurninginum eftir vørum og tænastum, fyri sostatt at minka um inflasjónina.

 

Og nú hækkar rentan so enn einaferð aftur. Aðrastaðni er rentan longu hækkað tvær ferðir í ár og nú hava báðir teir stóru peningastovnarnir boðað frá, er nú hækkar rentan her hjá okkum eisini.

 

Betri Banki hevur boðað frá, at hjá privatfólki hækka innlánsrentur upp til eitt prosentstig og útlánsrentur hækka upp til 0,3 prosentstig.

Hjá vinnukundum hækka innlánsrenturnar upp til 0,75 prosentstig og útlánsrenturnar hækka upp til 0,5 prosentstig.

 

Broytingarnar koma í gildi tann 1. mai.

 

Og tað er longu ein vika síðani at hin stóri bankin, BankNordik, eisini boðaði frá rentuhækkingum.

 

Hjá vinnukundum hækkar rentan tann 10. apríl og hjá privatkundum hækkar hon 26. apríl

 

Hjá privatfólki hækka innlánsrentur upp til 0,5 prosentstig og útlánsrentur hækka upp til 0,3 prosentstig

 

Hjá vinnukundum hækkar innlánsrentan upp til 0,5 prosentstig og útlánsrentur hækka upp til 0,5 prosentstig.

 

BankNordik boðar somuleiðis frá, at frameftir verður tað eisini so, at verður peningur á bundnum kontum tikin út í úrtíð, skal eitt gjald rindast. Gjaldið svarar til verandi rentustig umframt 0,5 prosentstig.

 

Hinir báðir smærru peningastovnarnir, Suðuroyar Sparikassi og Norðoya Sparikassi, hava ikki boðað frá rentuhækkingum.