Nýggi parturin av Alvalon í Sørvági tekur skap

Í Sørvágs kommunu vænta tey, at um alt gongur sum ætlað, verður útbyggingin av Alvalon liðug hin 1. september í ár.

Útbyggingin av dagstovninum Alvalon í Sørvági gongur væl.

 

- Flagið varð loyst í september, og nú í mars er betongarbeiðið um at vera liðugt, og stálið er sett upp. 

 

Soleiðis siga tey í Sørvágs kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at hesa vikuna hevur verið gjørt klárt til timburelementini, sum nú verða reist. 

 

- Samstundis verður farið í holt við at skildra bygningin innan. Tá tað er liðugt, kemur tekingin fyri. 

 

Í kommununi vænta tey, at um alt gongur sum ætlað, verður arbeiðið liðugt hin 1. september í ár.

 

- Og vit vænta, at hetta fer at halda, siga tey í Sørvágs kommunu.

 

##med2##