Nýggj linjuføring úr Vestmanna

Nú verður fíggjarlógin fyri 2023 skjótt endaliga samtykt, og til ein komandi Vestmannatunnil er 1 millión sett av.

Hendan milliónin skal nýtast til at gera jarðfrøðisligu kanningarnar endaliga lidnar.


Men, tær kanningar sum Landsverk/Jarðfeingi er í gongd við, er ein linjuføring sum eitur Vestmanna - Kvívík.

Læt okkum nú líka minnast til, tað eru vestmenningar sum vilja hava nýggja farleið úr bygdini, og ikki kvívíkingar.


Tað er bert ein minimalur partur av vestmenningum sum ynskja linjuføringina til Kvívíkar.

Vestmenningar vilja hava ein tunnil, sum er úr Vestmanna og til rundkoyringina í Leynum.

Við hesari loysn er farleiðin til og úr Vestmanna tryggjað fleiri ættarlið fram í tíðina.

Vónandi verður lurta eftir tí ið fólki í økinum vil, og at man hevur lært av øðrum tunnilsætlanum sum td. í Hvalba, har rætta loysnin tíbetur at enda varð vald, eftir trýsti frá brúkarunum.


Spurningurin er nú, um tær milliónir sum higartil eru brúktar til tær jarfrøðisligu kanningarnar eru nýttar skilagott? ...... her má svarið eftir míni meting verða nei, tí hatta er jú ikki tann linjuføringin sum helst um nøkur fá ár verður veruleiki.


Arbeiðs uppgávan sum Jarðfeingi nú í stundini má fara í gongd við, er at gera eina nýggja og endaliga rapport, har linjan er Vestmanna - Leynar. Hetta so, at tað ikki kemur at seinka tunnilsætlanini.


Stóri spurningurin her at enda er so, er 1 millión nokk at gera eina nýggja jarðfrøðisliga rapport? Eg vænti ikki.


Eg vil tí heita á Fíggjarnevndina, um at hækka upphæddina fyri 2023, so at nýggj jarðfrøðislig rapport kann gerðast sum skjótast.


Vinarliga

Marner Joensen

Vestmanna


GG:

Hetta skriv verður eisini sent fíggjarnevndini.