Talan er um eina útbygging og dagføring av gomlu maskinhøllini Undir Kongavarða, sum í fleiri ár hevur staðið tóm.
Hetta verður nú ein nýggjur Á-handil.
Arbeiðið við at byggja nýggja handilin verður væntandi liðugt síðst í árinum, tá Á-handil nr. 11 somuleiðis letur upp.
Á Argir fer at minna um Á-handilin við Sundsvegin í útsjónd.
Húsavarðartænastan stendur fyri arbeiðnum Undir kongavarða.
##med2##