Nýggjur málverji er í báðum málunum

Hjá EB/Streymi eru fleiri tøkir aftur, meðan TB framvegis saknar lyklaspælara

Aftur í dag er nýggjur maður millum TB stólparnar

Felags fyri EB/Streym og TB, sum í dag hittast í Hólmanum á Eiði, er, at annar málverji er, enn tann, sum higartil fyri tað mesta hevur vart málið.

 

Hjá TB er Anders Hoff framvegis skaddur. TB hevur fyrr í ár leigað Símun Rógva Hansen og Silas Eyðsteinsson. Í dag er lokalur maður millum stólparnar. Tað er 30 ára gamli Arthur Djurhuus Poulsen, sum áður hevur verið 23 ferðir á besta TB liðnum. Hann hevur bæði verið málverji og álopsspælari.

 

Hjá EB/Streymi er Fayo Kruse í  málinum. 19 ára gamli Fayo Kruse hevur ongantíð áður verið í málinum í bestu deildini.

 

Bogi Reinert-Petersen og Gutti Dahl-Olsen eru tøkir aftur eftir leikbann, og Bergur Poulsen er aftur á vongverjanum í høgru, eftir at hann seinastu vikurnar hevur verið skaddur. Markus Hellisdal er leikbannaður.

 

Hjá TB er Poul Ingason framvegis skaddur.

 

Aftur í dag er nýggjur maður millum TB stólparnar