Nykøbing Falster møtir Dortmund í hálvfinaluni í Final Four

Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster fingu eitt spennandi lutakast

Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagar hennara í Nykøbing Falster fingu eitt spennandi hálvfinalulutakast í Final Four í EHF European League.

 

Týska liðið, BV Borussia 09 Dortmund verður mótstøðuliðið hjá Nykøbing Falster í hálvfinaluni. 

 

Í hinari hálvfinaluni møtast Ikast og Thüringer HC úr Týsklandi, so møguleikin fyri einari reinari danskari finalu er til staðar.

 

Final Four í EHF European League verður avgreitt í eysturríkska býnum, Graz vikuskiftið 13. og 14. maj.

 

Komandi vikuskiftið skal Nykøbing Falster kappast í Final Four í donsku steypakappingini. 

 

Leygardagin klokkan 15 spælir Nykøbing Falster hálvfinalu móti Esbjerg. Finalan verður leikt dagin eftir klokkan 17. 

 

##med2##