Øll hava fingið eina sera stóra jólagávu

- Maðurin og eg hjálpast at við matinum, og maðurin er góður matgeri, sigur Margret Mortensen.

Hvat dámar tær hesa tíðina av árinum, nú jólini eru nær? 

 

- Mær dámar sera væl jólatíðina, tá býurin er hugnaliga pyntaður. Øll ljósini gera nakað serligt fyri sinnið.

 

Tað sigur Margret Mortensen.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting, baking og mati?

 

- Mær dámar væl at pynta heimið fyrst í desember og gera onkra dekoratión.

 

Hon vísir á, at tá børnini vóru smærri, varð nokso nógv bakað til jóla. Nú bakar hon brúnar kakur og dadlukakur við ommubørnunum.

 

- Havi keypt nakrar kleynur frá einari damu sum seldi á Facebook. Sjálv eti eg sum minst av kaku. 

 

Margret Mortensen sigur, at jólamaturin hjá teimum er siðbundin við dunnu, heimgjørdum reyðkáli, brúnaðum eplum og einum góðum tranuberjakompotti.

 

- Maðurin og eg hjálpast at við matinum, og maðurin er góður matgeri, sigur hon brosandi.

 

Keypir tú jólagávur, og eru onkrar longu komnar í hús?

 

- Ofta keypi eg jólagávur frá umleið oktober, tá eg finni okkurt, sum er gott til onkran av mínum. Annars eru jólagávurnar færri í tali nú, kanska 20 í mun til 40, so tað er hugnaligt at keypa.

 

Margret Mortensen sigur, at hon er liðug við jólagávurnar.

 

Eru jólini ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru?

 

- Eg haldi, at jólini eru sera hugnalig. Tað eru vit sjálvi, sum seta karmarnar fyri, hvussu nógv vit rokast, og hvussu nógv jólatiltøk, vit velja at fara til.

 

Hon heldur tað vera umráðandi, at vit í stákanini ikki gloyma, hví vit halda jól, tí vit hava øll fingið eina sera stóra jólagávu.

 

- Eitt sindur av jólakeypi skal til, men vit mugu ikki gloyma at hava “góðskutíð” saman við okkara kæru. Kærleikin er tað berandi - eisini á jólum, sigur Margret Mortensen.