Sjálvandi mugu allir borgarar í Føroyum hava ein kommunulækna, soleiðis at vit skjótt og lætt sleppa til viðtalu, um okkurt er áfatt. Hetta hava øll ikki atgongd til í dag. Vit hoyra í løtuni um manglandi kommunulæknar í øllum landinum og um kommunulæknar sum siga sítt starv upp.
At hava ein fastan kommunulækna, er eitt grundleggjandi vælferðartilboð sum er sera týdningarmikið; fyri barnafamiljuna, tey eldru, tey ungu, ja øll, tí øll kunnu vit brádliga verða rakt av sjúku.
Og hví fáa vit ikki nóg mikið av kommunulæknum til tær viðtalur, sum eru kring landið? Hví gera vit ikki rúm fyri, at fleiri kunnu taka kommunulæknaútbúgving í Føroyum? Tað hevur verið ávarað um hetta í nógv ár – og nú skal málið loysast.
Ein stór avbjóðing, sum skal loysast sum skjótast
Avbjóðingin er, at hetta er eitt mál sum krevur eina politiska semju sum røkkur langt inn í framtíðina, tí tað tekur tíð at útbúgva kommunulæknar, og sum samfelag og politisk skipan, halta vit í løtuni aftaná.
Fyri at halda uppá teir kommunulæknar sum vit longu hava, mugu vit tryggja, at teir fáa betri umstøður at arbeiða undir. Læknarnir mugu, eins og øll onnur, fáa familjulív og arbeiði at ganga upp í eina hægri eind, og fremsta uppgávan á hesum øki má verða at gera tað lagaligt at vera kommunulækna. Her má avtalan við Heilsutrygd endurskoðast.
Eisini eiga betri umstøður at tryggja, at læknarnir fáa hug at átaka sær hesi álitisstørv og ikki minst: at ungir læknar fáa hug at útbúgva seg sum kommunulæknar.
Fáa fólk ikki fáa røttu hjálp rættstundis á heilsuøkinum, kann tað hava vanlukkuligar fylgjur.
At loysa hesa stóru avbjóðing er ein av størstu uppgávunum hjá einum komandi løgtingi.
Millum annað hesum fari eg at arbeiða fyri at loysa, um tú gevur mær tín kross og títt álit 8. desember!
Birna Heinesen,
valevni Javnaðarfloksins