Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig.

Øll tey størru ísfiskalínuskipini liggja

Nøkur frystilínuskip eru til fiskiskap, og nøkur eru á veg heim, eitt nú av Flemish Kap og Grand Bank.

 

Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig.

Øll tey størru ísfiskalínuskipini liggja við bryggju í løtuni, men okkurt av teimum smærru línuskipunum er til fiskiskap á Føroyabanka.

 

- Tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum. Eitt er vestanfyri Skotland og tvey skip, sum hava fiskað tosk á Flemish Kap og kalva á Grand Bank, eru á veg heim.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at eitt frystilínuskip, sum eisini hevur fiskað undir Føroyum, landaði í gjár. 

 

- Línuskipini undir Føroyum fáa mest av longu og brosmu og skipið, sum er vestanfyri Skotland, fær mest av skøtu og brosmu.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er harður, men batnar, sum næsta vikan gongur.

 

- Veðrið verður hampiligt, so vit rokna við, at nakað verður av útróðri.

 

Lagt verður aftrat, at fleiri útróðrarbátar væntandi fara á Føroyabanka, har teir fáa mest av toski og hýsu.

 

 

Myndin av frystilínuskipinum Klakki er tilvildarlig.