Tikin á bóli í Týsklandi – Merz varð ikki valdur

Merz fekk undrunarvert ikki nóg nógvar atkvøður til at gerast kanslari

Tað vantaðu seks atkvøður frá Friedrich Merz at verða valdur til samveldiskanslara í Týsklandi. Tey vórðu tikin á bóli... Mynd: Ralf Hirschberger/AFP/Ritzau Scanpix

Sambært fjølmiðlum er tað ongantíð áður hent, at ein tilnevndur kanslari ikki hevur fingið nóg nógvar atkvøður at verða valdur eftir samráðingar.

 

Tað eydnaðist ikki Friedrich Merz í fyrsta umfari at verða valdur til kanslara í Týsklandi eftir atkvøðugreiðslu í týska Samveldistinginum.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Mótsett væntanum eydnaðist tað ikki Merz at fáa tær 316 atkvøðurnar, sum er neyðuga talið, um Merz skuldi veljast til nýggjan kanslara.

 

Bara 310 av politikarunum á tingi atkvøddu fyri kanslaravalevninum, sum er seks ov fá.

 

Sambært týska miðlinum Spiegel er tað ongantíð áður hent, at ein útnevndur samveldiskanslari ikki hevur klárað seg ígjøgnum fyrsta atkvøðuumfarið, eftir at samgongusamráðingar annars vóru í lag.

 

Bundestag hevur nú 14 dagar at velja Merz ella annað valevni til sessin.

 

/Ritzau/

 

Tað vantaðu seks atkvøður frá Friedrich Merz at verða valdur til samveldiskanslara í Týsklandi. Tey vórðu tikin á bóli... Mynd: Ralf Hirschberger/AFP/Ritzau Scanpix