OL: Amerikonsku kurvabóltsstjørnurnar vóru í stórum trupuleikum

Við einum ótrúligum endaspurti eydnaðist tað USA at vinna hálvfinaluna móti Serbia

Tað manglaði ikki nógv í, at ein risastór sensasjón hendi í olympisku kurvabóltshøllini í París ígjár.

 

Aftaná trý "Quarters" (hálvleikir) av fýra møguligum var Serbia á odda 76-63 móti USA við øllum teirra NBA-stjørnum.

 

Men amerikonsku kurvabóltsúrmælingarnir settu inn ein ótrúligan endaspurt.

 

Spakuliga ótu teir serbisku leiðsluna upp, og tað endaði við einum 95-91 sigri til USA, og so kundu LeBron James og hinar stjørnurnar anda lættan.

 

Í hinari hálvfinaluni vann Frakland 73-69 á Týsklandi.

 

Leygarmorgunin klokkan 10 spæla Týskland og Serbia bronsudyst.

 

Leygarkvøldið klokkan 20.30 fer nærum hvør einasti kurvabóltsfjeppari í heiminum at hyggja eftir OL-finaluni í sjónvarpinum millum fronsku vertirnar og USA, ið verður leikt í Accor Arena í París.