Fyri 17. ferð í olympisku søguni er amerikanska manslandsliðið í kurvabólti olympiskur meistari.
Amerikonsku kurvabóltsstjørnurnar fingu góða mótstøðu frá vertstjóðini, Fraklandi í finaluni í París, men amerikumenn vóru eina tonn betri mesta partin av dystinum.
Endin var, at USA vann 98-87. Tað var bara í triðja Quarter, at Frakland skoraði fleiri stig enn USA.
Í OL-endaspælinum í Tokyo vann USA eisini á Fraklandi í finaluni. Tá vunnu amerikumenn 87-82.
Serbia vann bronsu við 93-83 sigri á Týsklandi.
Olympiska finalan hjá kvinnum verður eisini millum Frakland og USA: Hon verður leikt seinnapartin klokkan 14.30. Bronsudysturin millum Avstralia og Belgia verður leiktur klokkan 10.30.