Áttandu ferð á rað vann amerikanska kvinnulandsliðið í kurvabólti olympiskt gull.
Í dag gekk tað tó akkurát hjá amerikukvinnunum.
Í olympisku finaluni í París í dag vann USA við minsta marginali, 67-66 á Fraklandi.
Gabby Williams helt hon hevði javnað fyri Frakland til 67-67 í seinasta sekundinum við einum trístigsskoti. Men hon var beint innanfyri tveystigsstrikuna, og tí fekk hon bert tvey stig fyri bóltin, ið fór í kurvina hjá USA.
Finalan var ikki so væl leikt, men hon var sera spennandi, og tað manglaði lítið í, at Frakland koppaði stórfavorittunum.
Avstralia vann bronsu við 85-81 sigri á Belgia í bronsudystinum.