Føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen hevur ein av høvuðsleiklutunum aðru sesong av sendirøðini Forhøret, sum byrjar á Viaplay í morgin.
Og hann er í fínum selskapi við kendum donskum nøvnum sum Ulrich Thomsen, Dar Salim, Pernilla August, Danica Curcic, Fanny Bornedal og Søren Malling - Trine Dyrholm hevur høvuðsleiklutin.
Fyrsta sesong av Forhøret kom út í 2019, og hon fekk sera góð skotsmál. Nýggja sesongin er eitt framhald av fyrstu sesongini. Átta partar eru í hesari nýggju sesongini.