Orkis í Saltangará bjóðar várinum vælkomnum

Leygardagin hin 25.mars, sum er í morgin, verður eitt serstakt vártiltak í Blómuhandlinum Orkis í Saltangará, har øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Tá fer Anette Sonne, sum saman við Búgva Róin gav út Urtagarðsbókina, at planta og prýða várligar uttandurakrukkur í blómuhandlinum. 

 

Sjálvt tiltakið, har Anette verður við, verður frá klokkan 12 til 14, og tað er einki at ivast í, at hetta verður rættiliga forvitnisligt.

 

- Her fært tú íblástur og góð hugskot til várið, og tú fært kaffi og okkurt lætt ábit, umframt at Orkis fer at hava nøkur tilboð. 

 

Urtagarðsbókin er ein bók um føroyskar urtagarðar. 

 

Høvundarnir, sum eru serkøn á urtagarðs- og plantuøkinum, vitja urtagarðar og urtagarðsfólk ymsastaðni í Føroyum.

 

##med2##

 

Bókin gevur innlit í, hvussu tú byrjar at gera ein urtagarð, hvussu tú røkir hann, hvørjar plantur veksa væl í Føroyum, og hvørjar ikki rigga.   

 

Í Blómuhandlinum Orkis í Saltangará vænta tey nógv fólk til tiltakið í morgin, tá ein so stórur kapasitetur, sum Anette Sonne verður við.