Ótolnast um loysn við bensini til gamlar bilar

– Tað hevur ljóðað, at gamla bensini verður selt í 20 liturs dunkum. Ta loysnina dámar okkum lítið, sigur felagið Føroya Ellisakfør

 

– Nú tað stundar til, at bert E10 bensin verður at fáa kring landið, fara vit í Føroya Ellisakførum at spyrja, hvar vit kunna fáa fatur á blýfrítt 95 bensini.

Soleiðis skrivar áhugafelagið Føroya Ellisakfør í skrivi til oljufelagið Effo.

Nú oljufeløgini leggja um til nýggja E10 bensinið eru stórar avbjóðingar hjá teimum, sum hava gamlar bilar, tí teir kunnu ikki brúka nýggja bensinið.

Oljufeløgini hava sagt, at tey ikki sleppa eitt nú limunum í Føroya Ellisakførum upp á fjall men fara at tryggja, at teir kunnu keypa bensin til gomlu bilarnar. Føroya Ellisakfør skrivar víðari:

– Vit sendu mailin undir til tykkum 6. februar, men hoyrdu sum so onki aftur uttan tað, sum hevur verið frammi í fjølmiðlinum.

– Hevur EFFO eina ætlan, hvussu hesin trupulleikin hjá okkum kann loysast?

– Tað hevur ljóðað millum manna, at blýfrítt 95 møguliga kann keypast í 20 ltr dunkum. Hesa loysn dámar okkum í ellisakførum lítið, skriva Føroya Ellisakfør í brævinum, tey hava sent oljufelagnum.