OYL 23: Finn Ludvig vann silvur í olympiskum trap

Skjótingin hevur vunnið Føroyum trý oyggjaleikaheiðursmerki í dag

 

Savnsmynd

Finn Ludvig hevur úti á skjótibreytini vunnu Føroyum eitt silvurheiðursmerki í olympiskum trap.

 

Finn hevði ein møguleikan at vinna gull, tá hann og Juan Manuel Bagur Bosch máttu taka eina umskjóting fyri at staðfesta hvør skuldi hava gullið.

 

Men tíverri rakk tað ikki hjá Finni at enda ovast á sigursskamlinum.

 

Fyrr í dag vunnu brøðurnir, Tórur og Jóhann Fløtt ávíkavist silvur og bronsu í olympiskum skeet, so talan er um ein ógvuliga góðan føroyskan dag úti á skjótibreytini. 

 

 

 

 

 

Savnsmynd