OYL 23: Umstøðurnar til bogaskjóting í Føroyum mugu betrast munandi

Hoyr samrøðu við gullheiðursmerkja-vinnaran í compound, Nikkel Petersen

##med2##

 

Nikkel Petersen kann fegnast egna vegna, og hann kann eisini fegnast vegna allan bogaskjúttishópin.

 

Sjálvur vann hann gull í compound, ið hann er ómetaliga glaður fyri. Eisini fegnast hann um samlaðu úrtøkuna hjá føroysku bogaskjúttunum, ið gjørdist fýra gullheiðursmerki, eitt silvurheiðursmerki og tvey bronsuheiðursmerki.

 

Um uppskriftina til, at Føroyar aftur og aftur vinna heiðursmerki í bogaskjóting sigur Nikkel: - Vit gera bara okkara besta.

 

Men í allari gleðini staðfestir Nikkel, at umstøðurnar hjá bogaskjótingini í Føroyum eru ikki nøktandi. 

 

Í Runavík eru tey húsvill, og í Havn er tað bara vælvild frá MEST sum bjargar tí.

 

Nikkel slær fast, at her mugu betri umstøður og karmar til um bogaskjóting skal verða partur av oyggjaleikunum heima í Føroyum í 2031. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Miðlahúsið hevur gjørt við Nikkel Petersen. 

 

Samrøða við Nikkel Petersen, gullheiðursmerkjavinnara í compound

Samrøða við Nikkel Petersen, gullheiðursmerkjavinnara í compound