OYL: Badmintonlandsliðið vann stórsigrar á Ynis Mon og Caymanoyggjunum

Klokkan 18.30 verður leikt móti Guernsey

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Føroyska badmintonlandsliðið er komið væl frá landi í innleiðandi bólkaspælinum á oyggjaleikunum í Orknoyggjum.

 

Føroyar løgdu út við at vinna 5-0 á Ynis Mon, og seinnapartin hava okkara vunnið 5-0 á Caymanoyggjunum. Í hesum báðum dystunum vunnu føroysku leikararnir øll settini.

 

Klokkan 18.30 verður bólkafinala móti Guernsey á skránni.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Mynd: Badmintonsamband Føroya