OYL: Spennandi kappingardagur hjá frælsa ítróttinum

Føroyingar eru í fleiri finalum

FRÆLSUR ÍTRÓTTUR FØROYA skrivar:

 

- Mikudag verða finalur á 200 m, 5000 m og í longdarlopi umframt innleiðandi á 800 m.

 

Triðji dagurin á Pickaquoy stadion byrjar kl. 17:10 við longarlopi hjá monnum. Her eru tveir mans sum skarða framúr á startlistanum. Annar hevur longu vunnið eitt gull á oyggjaleikunum, og hin er Tórur Mortensen, sum vann bronsu í trýstøkk á Guernsey. Tórur hevur lopið støðugt út ímóti 7½ m síðsta árið, meðan 7,31 m er tað besta hjá hinum, og longsta lopið hjá næsta manninum er 6,71 m. 

 

Kl. 17:20 byrja innleiðandi kappingarnar á 800 m teininum. Her skal Maria Biskopstø, eftir at hava runnið 400 m og 400 m rimarenning, í gongd við sína triðju kapping á hesum leikunum. Maria er styrkismett til at dystast um eitt pláss í finaluni, har nógva ferðin hon hevur við sær frá 400 m venjing, kann verða avgerandi í einum spurti.

 

Kl. 18:30 skal Oddvør Josephsen renna 200 m finaluna. Fyri tveimum árum síðan var hon 0,01 sek frá at koma í finaluna, men við teimum 25,92 sek hon rann í semifinaluni, var ongin ivi. Skal hon vinna seg upp á pallin, so verður væntandi neyðugt at nærkast 25 sek.

 

Kl. 18:50 eigur Jónas Gunnleivsson Isaksen tørn. Hann rann seg trygt í finaluna við tíðini 22,43 sek. Hann átti fjórðbestu tíð í hálvfinaluni, men hann megi til væl meir, og tí verður spennandi at síggja, um hann kann koppa gullvinnaranum frá 100 m teininum.

 

Kl. 19:10 er síðsta finala á degnum. Tá fer Rutt Hjelm Gregersen, sum rann ein flottan túr á 10.000 m sunnudagin, at royna seg á 5000 m. Rutt hevur runnið teinin uppá 18 min 47,00 sek í ár, og her er ikki óhugsandi, at hon ferð at bøta munndi um tað. Hvussu langt tað ferð at røkka í finaluni er ilt at siga, tí einans seks av teimum átjan luttakarunum hava runnið teinin í ár og harvið víst, hvat tær megna. Hesar hava runnið teinin millum knappar 17 min til góðar 20 m. Skrivar FRÆLSUR ÍTRÓTTUR FØROYA.