Partrolarar hava misjavnan fiskiskap eftir upsa

Av teimum smáu trolbátunum eru tveir á landleiðini. Teir fáa flatfisk og nakað av toski og hýsu.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa.

 

- Eitt par er eisini á Íslandsrygginum og fiskar tosk, og so eru tvey pør á gulllaksaveiði.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin eftir upsa er misjavnur.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva. Teir koma væntandi inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Ein frystitrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógvi, og ein er í føroyskum sjógvi.

 

Lagt verður aftrat, at tveir av teimum smáu trolbátunum eru á landleiðini. Teir fáa flatfisk og so nakað av toski og hýsu.

 

- Báðir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.