Ein nýggjur elbilur er komin á føroyska marknaðin. Talan er um Peugeot e-3008, sum byggir á heilt nýggja Stellantis elbilaplatformin.
Seinnu árini hava Peugeot gjørt nógv burtur úr, at teirra bilar skulu hava flott design. Her er Peugeot e-3008 einki undantak.
Peugeot e-3008 er rúmligur innan við góðum beinplássi, bæði framman og aftan.
Eins og vit síggja tað á flestu nýggju Peugeot hevur hesin sokallað i-Cockpit, har rattið er senkað, og instrumentini eru løtt at avlesa oman fyri rattið.
Bilurin hevur stóra baklúku, har lætt er at koma til, og viðførisrúmið er heilar 520 litrar.
Eins og aðrir elbilar hevur hesin battaríið í botninum. Hetta er við til at geva bilinum góðar og stabilar koyrieginleikar. Nógv er gjørt við komfort og ljóðdoyving, og lítið hoyrist til hjólini undir koyring.
Bilurin er forhjólsdrivin við 73 kWh elmotori. Eftir WLTP-máting koyrir bilurin upp til 525 km við einari løðing. Seinni kemur ein 4x4 útgáva við størri elmotori.
Fyrsti demobilurin er komin til landið, og kann hann síggjast og roynast hjá Berg Motors.
##med2##
##med3##
##med4##