Hetta merkir, at verandi pinkubarnascreening, PKU-screeningin, fer at fevna um fleiri ílegusjúkur, sum kunnu viðgerast. Talan er um ílegusjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni, og har tað hevur stóran týdning fyri úrslitið av viðgerðini, at hon verður sett í verk skjótast gjørligt, áðrenn sjúkutekin vísa seg.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, fegnast um, at pinkubarnascreeningin í Føroyum verður víðkað frá 1. oktober 2025.
- At pinkubarnascreeningin verður snikkað til føroyska tørvin, er eitt týdningarmikið stig fyri føroyskar nýføðingar og teirra familjur. Tá sjúkan verður staðfest skjótast gjørligt, kunnu vit tryggja, at viðgerð verður sett í verk beinanvegin. Hetta hevur avgerandi týdning fyri førleikar og lívsgóðsku, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Sjúkrahúsverkið er farið undir at fyrireika tilboðið, sum verður fíggjað innan verandi játtan hjá heilsuverkinum. Árligi kostnaðurin er mettur at vera umleið 600.000 krónur.
Berarakanningar
Tá arbeiðsbólkur, fyrr í ár, handaði landsstýriskvinnuni tilmæli um kanningar av ílegusjúkum í Føroyum, varð eisini mælt til at skipa eitt tilboð um berarakanningar fyri deyðiligar ílegusjúkur. Talan er um at geva pørum millum 18 og 45 ár tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum deyðiligum ílegusjúkum, sum ikki kunnu viðgerast.
Landsstýriskvinnan hevur fingið undirtøku fyri at fara undir at fyrireika hetta tilboðið. Heilsumálaráðið fer nú undir at fyrireika eina lógarbroyting, sum eftir ætlan skal leggjast fyri Løgtingið í heyst. Samstundis arbeiðir landsstýriskvinnan við at fáa játtan til berarakanningarnar á fíggjarlógina fyri 2026.