Pitsa Sandoy bjóðar seg fram

Í Lonini í Skopun, sum er størsti matvøruhandil í Sandoynni, fært tú allar gerandisvørur. Her fært tú eisini nýgjørda pitsa frá klokkan 17

 

Í mai mánaði í 2022 læt Pitsa Sandoy upp í Lonini í Skopun, har stórur matvøruhandil hevur verið síðan tíðliga á sumri í 2006. 

Tað er felagið, ið rekur matvøruhandilin, sum eisini hevur gjørt íløgur í Pitsa Sandoy, sum fólk í oynni rættiliga hava tikið til sín.

Sámal Hanni Lognberg sigur, at tað var ikki minst við Sandoyartunlinum fyri eyga, at tey valdu at gera hesa lutfalsliga stóru íløgu.

- Pitsa Sandoy hevur fingið góða undirtøku, og eg vil siga, at tað hevur gingið eitt sindur betur, enn vit tordu at droyma um.  

Afturmeldingarnar frá viðskiftafólkum eru góðar.

- Tað eru tey, sum siga, at Pitsa Sandoy hevur enn betri vørur enn tær, sum fáast aðrastaðni, og vit eru kappingarfør í prísi.

Sámal Hanni vísir á, at kapasiteturin hjá Pitsa Sandoy er stórur. 

- Tá vit gjørdu hesa íløgu, valdu vit bevíst at hava ein rímiliga stóran kapasitet, tí vit droymdu sjálvsagt um, at Sandoyartunnilin fór at geva nakað eyka.

Hann vísir á, at tey hava ein stóran steinovn, har seks pitsa eru klárar at koyra um diskin eftir minni enn fýra minuttum.

- Haraftrat hava vit ein bandovn, sum vit mest brúka til bollar til góðar og umtóktar burgarar, sum vit eisini selja. 

Sámal Hanni sigur, at Pitsa Sandoy eisini hevur høsnarunga og kips, fisk og kips og ymiskt annað, sum viðskiftafólk spyrja eftir. 

- Í vetrarhálvuni hava vit opið allar dagar uttan sunnudag og mánadag, og opið er hvønn dag frá klokkan 17 til 21. 

Pitsa Sandoy hevur sína egnu uppskrift upp á deiggj, og Sámal Hanni heldur, at tað ikki minst er hetta, sum ger pitsa’irnar hjá teimum so vælumtóktar. 

- Botnurin er grundarlagið og skal passa til tað, sum er omaná. Hann skal ikki vera ov turrur og helst ikki metta alt ov væl.

Eitt, sum er serstakt við Pitsa Sandoy, er, at her eru fleiri sløg av pitsa, enn tað eru bygdir í Sandoynni. 

- Her fæst ein pitsa við hvørjum bygdanavni, og vit hava eisini aðrar pitsa við ymiskum staðarnøvnum úr oynni.

Sámal Hanni vísir á, at soleiðis er eitt nú Tindur, sum er hægsta fjall í Sandoynni, navnið á einari pitsa, sum telist millum tær best umtóktu.

- Knúkur er eisini ein, og Hamarspitsa er ein onnur. Haraftrat hava vit eisini ein vælumtóktan B71-burgara, sigur hann.

Lonin í Skopun er størsti matvøruhandil í Sandoynni, og her fáast allar gerandisvørur, sum viðskiftafólk spyrja eftir.

- Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt í Lonini, og er tað ein pitsa, sum fólk spyrja eftir, kann hon bíleggjast á www.menu.fo – ella við at ringja á tlf. 202727, sigur Sámal Hanni Lognberg.