Rambøl er ein stór donsku fyritøku, ið arbeiðir við bygging og ráðgeving, millum annað tá ið brennistøðir skulu projekterast og byggjast. Og Rambøl og Jørgen Haukohl hava øll árini ráðgivið teimum føroysku brennistøðunum.
Fyritøkan hevur eisini ráðgivið, nú kanningar eru gjørdar og uppskot er frammi um at leggja báðar brennistøðirnar saman í eina.
– Tað ber til bæði at hava tvær brennistøðir, sum tað er nú, ella at leggja saman til eina brennistøð. Men tað er upp til politikararnar at avgera, hvussu tað skal gerast. Eg blandi meg ikki upp í tað, sigur Jørgen Haukohl.
Ráðgeva kring heimin
Rambøl ráðgevur allastaðni kring heimin.
– Vit hava í síðstuni verið við í ætlanunum at gera nýggjar brennistøðir í Grønlandi og Kanada. Vit arbeiða ymsastaðni í Evropa, men eisini í Miðeystri og í Asia, sigur danski verkætlanarleiðarin.
Hann vísir á, at í Danmark eru brennistøðir í ymiskum støddum.
– Í Hjørring, Thisted og í Frederikshavn eru brennistøðir, ið minna um støddina á brennistøðunum í Føroyum. Men tað eru eisini brennistøðir í Keypmannahavn, ið eru væl størri. Brennistøðirnar verða vanliga gjørdar í eini stødd, sum svarar til, hvussu nógvan fjarhita tær skulu lata, og hvussu fólkaríkt tað økið er, sigur hann.
Brennistøðin ov lítil
Um tað er bíligari vil einari ella tveimum brennistøðum í Føroyum, vil Jørgen Haukohl heldur ikki siga so nógv um.
– Tað er tengt at, hvat er við, og hvussu roknistykkið er sett upp, sigur hann.
Verkætlanarleiðarin hevur sum sagt verið við næstan frá byrjanini, tá ið fyrsta brennistøðin kom í Føroyum, og hann hevur eisini verið við í teimum útbyggingum, ið hava verið.
– Trupulleikin við brennistøðini í Havn er, at hon klárar ikki at brenna meira, enn hon longu ger. Brennistøðin í Leirvík er stuttsíðani útbygd, so hon klárar nøkur ár fram í tíðina. Tað, sum ræður um, er at skipa so fyri, at avlopshitin verður endurnýttur, sigur hann.
Ruskmongdirnar sera stórar í Føroyum
Jørgen Haukoul vísir á, at tað gongur sera væl í Føroyum.
– Rusknøgdirnar í Føroyum eru vaksnar sera nógv. Tær eru dupult so stórar í dag sum tær vóru í áttatiárunum. Føroyar eru eitt av ríkastu londunum í Evropa; tað síggja vit á burturkastnøgdinum, sigur Jørgen Haukohl.
Hann vísir á, at eisini aðrastaðni í Evropa eru vaksa burturkastnøgdirnar.
– Tað er ikki nógva aðrastaðni, at vøksturin í burturkast hevurverið so stórur sum í Føroyum. Men tit hava eisini megna at hava landið reint. Eg minnist aftur í áttatiárini, tá ið rusk lá og sløgdist ymsastaðni kring landið. Tað er tað ikki í dag. Nú er reint.
Útlendingarnir síggja tað eisini. Eg havi hoyrt fleiri útlendingar nevnt, hvussu ruddiligt tað er í Føroyum, sigur hann.