Rámandi myndatala! 

Myndatalan hjá Martini Kúrberg í kvf:

 

Autoverjan kemur, tá bilurin er farin útav!

 

Hetta er ein sera rámandi myndatala, og er samstundis eitt av mínum hjartamálum innan so ótrúliga nógv øki.

 

Tað er so øgiliga torført at koma afturúr og at renna aftaná alla tíðina. Vit mugu heldur hugsa fyribyrging í størri mun. Hetta er eitt av mínum hjartamálum í mun til so nógvar av heilsu-og sálarheilsutænastunum, sum vit hava ábyrdina av. 

 

Eg øtist við, at vit, í okkara lítla samfelag, hava ein so stóran trupulleika við tað, at bæði gentur og dreingir hava tað so ringt  - tí vónloysi er so stórt hjá teimum ungu!

 

Í sending hjá KVF bleiv sagt at ungar gentur selja seg sjálvur, tí lívið er so vónleyst!  

 

Játtan til psykiatriska øki má raðfestast. 

 

 Karmar, so sum tak yvir høvdi – her má hugsast longri. Vit kunnu ikki bara gera lappa loysnir, men langtíðar loysnir sum eisini lofta eftir at folk eru viðgjørd.

 

 

 

At Taks leggur hald á fleiri og fleiri rúsandi evni, eigur at fáa okkum upp úr stólinum, tí her hava vit ein óhugnaliga stóran undirliggjandi trupuleika, sum vit yvirhøvur ikki hava sæð veruligu avleiðingarnar av enn. Hetta er ræðandi! Vit kunnu ikki venda blinda eyga til tann veruleika, sum er ímillum okkum, og okkara ungu eru eitt sárbart offur í øllum hesum. 

 

Vit kunnu ikki bara seta í gongd og halda, at nú hava vit gjørt okkara. Vit mugu seta krøv til skipanirnar, og krevja at tær arbeiða saman. Harafturat mugu vit fylgja tí upp. Tað er okkara ábyrgd!

 

Eitt er samstarv, men tá so stórir trupuleikar forða fyri at hetta kann verða so, má trupulleikin greinast og vit mugu loysa hann. Tað er okkara ábyrgd!

 

 

 

Har trupulleikar ferð eftir ferð stinga seg upp, mugu vit verða betur at taka tað upp og viðgerða trupulleikan við tí álvarsemi sum hoyrir til – tað er einki kvik fiks! 

 

 

 

Lat meg fáa umsorgan inn í politikkin !

 

X við A

 

X við Rúnu Wenningsted Hansen 

 

Nýtt andlit og nýggj rødd á politiska pallinum!