Rani skoraði hattrikk

1. DEILD: Fyri aðru ferð í ár løgdu teir næstbestu hjá B36 í kvøld rygg til 5-0 tap ímóti eysturoyarliði

Leygardagin taptu teir næstbestu hjá Víkingi 3-0 á Skála. Í góðveðrinum í kvøld hevði Víkingur uppi á Brekku í Leirvík vitjan av teimum næstbestu hjá B36.

 

Víkingur vann 5-0. Hetta var aðru ferð í ár, at B36 tapti 5-0 ímóti liði úr Eysturoy. Fyrra ferðin var 5. apríl, tá ið NSÍ fór úr Gundadali við 5-0 sigri.

 

Stóri spælarin í Leirvík í kvøld var Rani Hansen hjá Víkingi. Hann varð skiftur út, tá ið tað restaðu 20 minuttir, tí í morgin verður hann á listanum, tá ið besta liði hjá Víkingi fer at spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað hevur higartil gingið illa hjá besta liðnum hjá skjóta mál. Soleiðis er tað ikki hjá Rana Hansen.

 

Í teir 70 minuttirnar, hann var á vøllinum, skoraði Rani Hansen trý mál, og so átti hann uppleggið til annað av hinum málunum.

 

Rani Hansen legði eftir fimm minuttir heimaliðið á odda eftir horna, og tveir minuttir seinni var tað aftur eftir horna, at Víkingur økti um munin til 2-0. Málskjútti var Arnór Brandsson, sum skoraði fyri aðru ferð í ár.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki misnýtti B36 góðar málmøguleika, og í næsta álopi var tað Rani Hansen, sum økti um heimaleiðsluna til 3-0. Átta minuttir undan steðginum skoraði Rani Hansen aftur og so var talan um hattrikk. Hann hevur nú skorað átta mál í næstbestu deildini higartil í ár.

 

Trivaligi 5-0 sigurin varð staðfestur tveir minuttir undan steðginum. Málskjútti var Bjørn Bjarkhamar, sum leygardagin verður 19 ár. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár, og uppleggið átti Rani Hansen.

 

Á B36 liðnum var Markus Hellisdal tann einasti, sum plagar at vera á listanum hjá besta liðnum.

 

Hjá Víkingi var Rani Hansen tann einasti, sum plagar at vera á vøllinum, tá ið besta liðið hjá Víkingi spælir.

 

Flaggdagin fær Víkingur vitjan av B71. Flaggdagin fær B36 vitjan av skálamonnum.

 

Víkingur hevur 12 stig fyri seks dystir, og B36 hevur eitt stig fyri seks dystir.